Uttanlands

Medvedev hóttir: Latið tykkum ikki lokka í tykkara sandkøssum

Fyrrverandi russiski forsetin hóttir við, at seinasti dagur hjá Evropa kann koma, um lond lata seg lokka til at lata Ukraina fleiri flogfør

Dmitrij Medvedev (Mynd: EPA)

Dmitrij Medvedev (Mynd: EPA)

2023-08-22 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Evropa skal ansa eftir og ikki lata seg lokka av “teirra spæli við leikuflogførum”.

Soleiðis ljóðar tað frá Dmitrij Medvedev, faraformanni í russiska trygdarráðnum og fyrrverandi russiska forsetanum í eini dagføring á miðlinum X, fyrrverandi Twitter.

Útsøgnin kemur eftir at Danmark og Niðurlond hava latið F-16 flogfør til Ukraina at brúka í krígnum móti Russlandi.

Davføringin er skrivað sum ein viðmerking til týska uttanríkisráðkvinnuna, Annalena Baerbock, ið skrivar menningina sum “ein góður dagur fyri Ukraina og Evropa”.

- Latið tykkum ikki lokka við í spælinum við leikuflogfør í tykkara sandkassum, børn. Tí næsti “góði dagurin” fyri Evropa kann gerast hin seinasti dagurin, skrivar Dmitrij Medvedev.

[object Object]

Saman við heilsanini er ein mynd av einum niðurskotnum nazi-flogfari.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder