Innanlands

Meira enn ein fjórðingur ivast

Heili 26,9 prosent av teimum spurdu í veljarakanningini hjá Portalinum vita ikki enn, hvar tey fara at seta krossin á kommunuvalinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-11-03 13:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í veljarakanningini hjá Blaðið Vikuskifti og Portalurin kunngjørdu í gjár vísir eisini, at nógvar atkvøður eru leysar.

Heili 26,9 prosent av teimum spurdu siga seg enn ikki vita, hvar tey fara at seta krossin á kommunuvalinum 12. november.

489 veljarar í Tórshavnar kommunu vóru spurdir seinnapartin hósdagin.

[object Object]

Kanningin vísir, at Tjóðveldi er størsti flokkur við 21,8 prosentum av atkvøðum og trimum valdum. Javnaðarflokkurin er stóri taparin og fær 20,2 prosent av atkvøðunum og eisini tríggjar býráðslimir. Fyri javnaðarlistan er talan um eina ovurstóra afturgongd upp á heili 23,7 prosentstig, tí seinast fekk flokkurin 43,9 prosent og seks fólk vald.

Hetta er sjálvandi tí at fýra av sitandi býráðslimunum nú eru farin á annan lista, Kommunulistan. Hesin listin stendur sambært kanningini at fáa 13,6 prosent av atkvøðunum og tvey fólk vald í býráðið.

[object Object]

Síggj alla veljarakanningina ókeypis her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder