2022-03-24 07:59
Føroyski indie-rock bólkurin TeleMama, sum var stovnaður í 2021, hevur nú útgivið triðja staklag sítt. Heitið er “Wednesdays”.
Fyrsta staklag teirra við heitinum “Identity” kom út fyrst í januar. 10. mars var annað lagið “Principles” útgivið, og nú er “Wednesdays” á Spotify og øðrum pallum .
Limirnir í bólkinum eru allir úr Tórshavn.
Vokal og guitar: Óli Joensen
Guitar: Hendrik Jacobsen
Bass: Ørvur Hentze Argenziano
Keyboard: Dan Eyðun Karbech Saxov
Trummur: Jákup Holm Johannesen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald