Innanlands

Meira Tonik, takk

600 fólk vóru til KT og listaráðstevnuna Tonik, sum var í Silo fríggjadagin

(Mynd: Erla Rajani Ziskasen, Virka)

(Mynd: Erla Rajani Ziskasen, Virka)

2023-05-17 06:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Góðu skoðsmálini, ið Tonik fær tykjast ongan enda fáa. Bæði vitjandi úr Føroyum og uttan úr heimi eru flest øll á einum máli: fyrsta altjóða KT- og listaráðstevnan Tonik, eydnaðist ógemeina væl.

Tonik er nýggja ráðstevnan, sum hevur sum endamál at skapa karmar fyri netverkan og íblástur innan KT og list. Hetta í serstøkum listaligum umhvørvi, við omanfyri 20 fyrilestrum, omanfyri 30 nýstovnaðum fyritøkum og øðrum sum bara má upplivast.

Silo var fullsett, tá Tonik fyri fyrstuferð fór av bakkastokki, farna fríggjadag: 600 fólk.

Ein av nýstovnaðu fyritøkunum, sum luttóku er KT-fyritøkan Flowcore. Sambært stjóranum í Flowcore, Ólavi Ellefsen, varð endamálið við teirra luttøku á Tonik rokkið til fullnar.

- Tonik er besta netverkingartiltak í Føroyum, uttan undantak! Í serliga vælegnaðum hølum, tilriggaðum umstøðum og so nógvum og ymiskum fólkum, fingu vit virðismiklari íkast og íblástur enn vit nakrantíð høvdu ímyndað okkum.
Vit eru enn tíðliga í tilgongdini, sum fyritøka, men Tonik gav okkum alt, sum vit høvdu tørv á, og meir enn tað, til at arbeiða víðari við fyritøkuni. 

Saman við seks øðrum nýstovnaðum fyritøkum, luttók Flowcore í pitch-kappingini, sum varð fyriskipað á degnum. Vinnarin av pitch-kappingini gjørdist íslendska fyritøkan Sundra. Faroe Islands Live og Centrego Marine, gjørdust ávíkavist nummar tvey og trý.

Av teimum omanfyri 20 fyrilestrarhaldarunum, høvdu eitt nú tveir av fremstu føroysku íverksetarunum, Heini Zachariassen og Rúnar Reistrup, eisini leitað sær til Tonik við hvør sínum sera vælvitjaða fyrilestri.

Meira Tonik? Fyrireikingarnar eru longu farnar í gongd. Næsta ár verður Tonik 3. mai 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder