Innanlands

Meiriluti fyri at broyta starvsheitini

Uppskotini um at broyta starvsheiti hjá ting- og landsstýrisfólki vórðu í dag samtykt, og mikudagin fara málini til 3. viðgerð

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna (Savnsmynd)

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna (Savnsmynd)

2023-05-15 14:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Uppskotini hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Johan Dahl, Jóhannis Joensen, og Bjørt Samuelsen, um starvsheiti hjá ting- og landsstýrisfólki vórðu í dag samtykt við 2. viðgerð í tinginum.

Uppskotini um broyting í stýrisskipanini og tingskipanini vórðu samtykt við ávikavíst 26 atkvøðum fyri og sjey ímóti, og 27 fyri og seks ímóti.

Hetta merkir, at kvinnur, sum sita í løgtinginum og landsstýrinum nú eisini kunnu verða kallað løgtingskvinna, landsstýriskvinna, eins og ein kvinnuligur stjórnarleiðari kann verða kallað løgkvinna.

Mikudagin verður 3. viðgerð av málunum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder