Innanlands

Meiriluti fyri at loyva Varðanum Pelagic at byggja

Tvøroyrar býráð hevur givið sítt loyvi til at fylla eitt økið út eystan fyri verandi bygning, og at geva frávik frá hægst loyvdu hædd, so at skorsteinur og goymslutangar kunnu stinga uppum verksmiðjubygningin

Soleiðis fer Varðin Pelagic at síggja út eftir útbyggingina, sambært arkitektinum

Soleiðis fer Varðin Pelagic at síggja út eftir útbyggingina, sambært arkitektinum

2023-02-21 08:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tvøroyrar býráð samtykti á fundi í gjárkvøldið at geva Varðanum Pelagic neyðugu loyvini, so farast kann undir ætlaðu útbyggingina av virkinum, so at tað eisini verður møguligt at framleiða protein og lýsi á virkinum.

Á býráðsfundinum mánakvøldið skuldi býráðið í fyrsta umfari taka støðu til eina umsókn um at broyta byggisamtyktina eystan fyri verandi virki, so at havnaøkið verður víðkað umleið 100 metrar úteftir.

Ein av býráðslimunum, Súsanna Bertholdsen, mælti til, at býráðið heldur ein fund við fólkin ‘Livilig kor á Tvøroyri’ áðrenn støða verður tikin til umsóknina. Bólkurin hevur biðið býráðið um fund.

Men hetta varð ikki gingið á møti. Tað var bert Súsanna Bertholdsen, sum atkvøddi fyri hesum uppskotinum.

Undir atkvøðugreiðsluni um at broyta byggisamtyktina, atkvøddi Súsanna Bertholdsen blankt, meðan hinir býráðslimirnir, Kristin Michelsen, Anita Vibergsdóttir, Alvi Mortensen, Jónleyg Jespersen Bech, Bjarni Hammer og Kristina Roest atkvøddu fyri.

Áðrenn endaliga byggiloyvið kann gevast, skal uppskotið um broytingina í byggisamtyktini sendast út til almenna hoyring.

Sami meiriluti í Tvøroyrar býráð hevur í sama viðfangi eisini samtykt at broyta núverandi orðingina, so at frávik kann gerast frá treytunum fyri hæddini á byggiverkætlanini. Hetta fyri at geva møguleika fyri at seta upp skorstein og goymslutangar, sum eru hægri enn loyvda markið.

Umrødda grein í byggisamtyktini verður í framtíðini orðað soleiðis: "Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 11,5 m, tó kunnu tekniskir húsalutir, herundir siloir og skorsteinar,  vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins.” Broytingin er, at orðingin ‘herundir siloir og skorsteinar’ verður skotin inn í tekstin. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder