Innanlands

Meiriluti fyri linjuføringini til Djúpadals

Beint fyri midnátt vóru uppskotini til Suðuroyartunnil og hækkandi pensjónsaldur løgd fram, so tey kunnu samtykkjast áðrenn tingið fer í summarfrí

Tað sær út til at løgtingið tekur undir við ætlanunum hjá løgmanni og tunnilsfelagnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað sær út til at løgtingið tekur undir við ætlanunum hjá løgmanni og tunnilsfelagnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-29 07:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgtingsforkvinnan mátti bíða heilt til nakrar fáar minuttir í midnátt í gjárkvøldið áðrenn hon kundi slíta løgtingsfundin. Bíðað var í allan gjár eftir teimum síðstu álitunum, sum sangonguflokkarnir hava sett sær fyri at fáa ígjøgnum, áðrenn løgtingið fer í summarfrí.

Nevniliga um uppskotið til nýggjan Suðuroyartunnil og uppskotið um at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár. Samanhangurin er, sum skilst millum málini, tí at tað hevur verið ein treyt frá samgonguflokkinum Framsókn, at um farast skal í holt við Suðuroyartunnilin, so skal framtíðar búskaparliga haldførið onkursvegna tryggjast við at flest okkara skulu geva okkara íkast nakrar mánaðir afturat á arbeiðsmarknaðinum, fyri at fáa fólkapensjón.

Avdúkingarnar í sjónvarpssendingini “Suðuroyartunnilin og skuggatølini” í gjárkvøldið fingu onga ávirkan á fíggjarnevndina, flokkarnir tykjast vera samdir við landsstýrinum um uppskotið, sum liggur á tingborðinum í løtuni.

Ein meiriluti í fíggjarnevndini við Eyðgunn Samuelsen og Bjarna Hammer úr Javnaðarflokkinum, Dennis Holm úr Tjóðveldi, Honnu Jensen úr Framsókn, Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, mælir til at fara víðari við arbeiðinum.

Men meirilutin ger greitt, at við uppskotinum verður tó ikki endaliga samtykt at fremja verkætlanina. Hetta verður avgjørt seinni við eini serstakari løgtingslóg, eftir at verkætlanin er liðugt fyrireikað, prosjekterað, boðin út, og at tilboðini eru innkomin, og neyvari greiða er fingin á, hvør kostnaðurin gerst av tunlinum.

Meirilutin sigur, at endamálið við uppskotinum er at skipa virksemið hjá Pf. Suðuroyartunlinum við lóg og at geva heimild til, at arbeiðið við undirsjóvartunlinum millum Suðuroy og Sandoy við tilhoyrandi tunnils-og vegakervum kann halda fram.

Endamálið er at fáa til vega eina neyvari kostnaðarmeting av verkætlanini við at geva Pf. Suðuroyartunlinum heimild til at prosjektera og bjóða út verkætlanina um undirsjóvartunnilin millum Suðuroy og Sandoy, tunnilin millum Sandvík og Hvalba og vegagerð í Sandvík og Hvalba og farleið á Sandi. Harumframt er endamálið at staðfesta, at tað er Pf. Suðuroyartunnil, sum er byggiharri og at leikluturin hjá Landsverki í mun til verkætlanina er at vera góðkenningar-og eftirlitsmyndugleiki.

Við uppskotinum tekur meirilutin undir við at tunnilin verður boraður stytstu leið, sum er millum Sandvík í Suðuroynni og Djúpadal í Sandoynni.

Men meirilutin setir eina røð av treytum til tunnilsfelagið, sum snúgva seg um ivaspurningarnar, ið hava verið settir. Eitt nú, at tunnilsfelagið skal kanna nærri, um tað kann finna eina skilabetri loysn at føra ferðsluna millum Suðuroyar- og Sandoyartunnilin enn at leggja vegin í 200 metra hædd eftir Traðarhamri. Til dømis at bora ein tunnil undir Traðarhamar.

Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum hevur sínar egnu viðmerkingar og broytingaruppskot til løgtingsmálið, sum gongur út upp á heldur at bora tunnilin frá Múlanum norðan fyri Sandsbygd.

Álitið hjá Fíggjarnevndini sæst her

Hitt álitið, sum løgtingið bíðaði eftir í gjárkvøldið, var frá trivnaðarnevndini viðvíkjandi pensjónsaldrinum.

Her hevur nevndin er andstøðan á tingið ímóti málinum, meðan samgongan er fyri.

Andstøðan á tingi hevur meiriluta í trivnaðarnevndini, og hesin meiriluti tekur ikki undir við at samtykkja uppskotið.

Minnilutin, sum er samgonguflokkarnir, mælir til at samtykkja uppskotið, tó so at gildikoman verður útsett eitt sindur í mun til uppskotið frá landsstýrinum.

Tað er longu nú galdandi, pensjónsaldurin er 67 ½ ár fyri fólk fødd millum 1. juli 1957 og 31. desember 1962 og 68 ár frá fólk fødd frá 1. januar 1963 og 31. desember 1966.

Broytingaruppskotið sigur at hækkingin hereftir verður soleiðis.

68 ½ ár: Fødd millum 1. januar 1967 og 31. desember 1968
69 ár: Fødd millum 1. januar 1969 og 31. desember 1970
69 ½ ár: Fødd millum 1. januar 1971 og 31. desember 1972
70 ár: Fødd eftir 1. januar 1973

Samgonguflokkarnir siga soleiðis um uppskotið:

“Minnilutin ynskir, at Føroyar skuluvera eitt vælferðarsamfelag í dag, í morgin og um 40 ár. Við at hækka pensjónsaldurin líðandi til 70 ár, fer væntaða áramálið sum pensjónistur ikki at vaksa líka nógv, sum tað hevur,síðani fólkapensjónin bleiv innførd síðst í 1950’unum. Harafturat fara vit øll at vera nøkur ár afturat á arbeiðsmarknaðinum, sum betrar um lutfallið millum arbeiðsfjøld og pensjónistar.”

Álitið frá trivnaðarnevndini sæst her

Málini eru sett á dagsrká fyri tingfundin í morgin, mikudagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder