2026-02-11 07:59
Løgreglan ger ikki meira við málið um garnaskipið Thor, sum bar við land á Tinganesi um hálvgum ellivu tíðina í gjárkvøldið.
Eingi tekin eru um, at fýlast kann á skipara ella manning. Tá skipið kom um Molan riggaði ikki at stýra. Tað var ein mekaniskur feilur, sigur løgreglan.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2026/02/10/890x590/1770763859lfeacpidsz.webp)
Thor sigldi spakuligt og skiparin kundi sikkurt bakkað skipið aftur, men vildi ikki taka nøkur óráð fyri.
Pressarin fekk skipið leyst aftur og trýsti tað til kei á Vestaru bryggju.
Eingin skaði er komin á skrokkin av hendingini. Skipaeftirlitið er kunnað um málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald