
Henda seinasta mikudag í mars vísir Filmsfelagið hin trettan ferðir Oscartilnevnda filmin “Emilia Pérez”, har franski leikstjórin, Jacques Audiard (f.1952) førir okkum til nútíðar Meksiko.
Har hitta vit Ritu (Zoe Saldana), sum er advokatur í eini stórari fyritøku, ið higartil hevur lagt seg eftir at fáa brotsmenn fríkendar, heldur at fáa teir í rættin.
Ein dagin fær hon høvið at sleppa gerandisligu uppgávunum, ið eru farnar at møða hana.
Tað er illa gitni kartell-leiðarin, Manitas del Monto, sum vil hava Ritu at hjálpa sær at leggja lívið um.
Fyrst vil hann sleppa inntøkugevandi virkseminum sum brotsmaður. Síðan vil hann hava Ritu at hjálpa sær, at fáa ein gamlan loyniligan dreym, sum nú troyngir seg so mikið á, at hann má ganga út: Meksikanski brotsmaðurin vil nú gerast tann kvinna, hann altíð hevur droymt um at verða.
Spanska Karla Sofía Gascón hevur høvuðsleiklutin sum bæði Emilia Pérez og Manitas del Monto.
Kontroversiella og avbjóðandi evnið hevur skapt nógv kjak á sosialu miðlunum. Helst var tað tí, at filmurin bara fekk tvær Oscar virðislønir.
“Emilia Pérez” verður sýndur í Havnar Bio mikudagin 26. mars kl. 20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald