Uttanlands

Melissa – harðasta ódnin higartil í ár

Rakar Jamaika einaferð seinnapartin í dag

Myndin er tikin í Dominikanska lýveldinum í gjár, har tey merktu megina í Melissu, hóast ódnin ikki rakti land har (Mynd: EPA)

Myndin er tikin í Dominikanska lýveldinum í gjár, har tey merktu megina í Melissu, hóast ódnin ikki rakti land har (Mynd: EPA)

2025-10-28 08:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á Jamaika í Karibiska havinum fyrireika tey seg í dag til, at ein av harðastu ódnunum nakrantíð skal raka landið. Ódnin, sum er á veg, hevur fingið navnið Melissa.

Tey rokna við, at vindferðin hjá Melissu kann koma upp í 345 kilometrar um tíman í hvirlunum, svarandi til meira enn 90 metrar um sekundið.

Veðurfrøðingar siga, at Melissa er tann fimta harðasta ódnin, ið nakrantíð er skrásett í Atlantshavi og Karibiska havinum, og sostatt nógv tann harðasta, sum hevur rakt økið í ár.

Melissa hevur ferðast spakuliga yvir Karibiska havinum í nakrar dagar, og hevur longu nú givið ógvusligt regn á Jamaika. Í dag leggur djúpa lágtrýstið leiðina norðureftir móti Jamaica, har hon væntast at raka land einaferð tíðliga seinnapartin, okkara tíð. Eftir at hava herjað Jamaica leggur hon leiðina beint norðureftir móti Kuba.

Roknað verður við so nógvum avfalli í sambandi við ódnina, at bæði lív og bygningar eru í vanda. Tosað verður um millum 500 og 700 millimetrar av regni upp á einans tvey samdøgur, og hetta er væl meir enn tað vanliga. Tí fyrireika tey seg eisini til yvirflóð og jarðskriður á Jamaika, skrivar tv2.dk.

BBC skrivar, at Jamaika fyrr hevur verið rakt av ógvusligum ódnum, men neyvan so ógvusligum sum hesari. í 1988 rakti ódnin Gilberg oyggjalandið og 49 fólk lógu lív. Men tað var ein ódn í kategori 3. Hesaferð er talan um eina ódn í harðastu katagori, kategori 5. Tað er ógvuliga sjáldan at so harðar ódnir raka land, skrivar BBC. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder