Innanlands

Menningarkvotur: Søkja um flest tons av svartkjafti

Søkt verður um 155.000 tons av svartkjafti, men minni enn 12.000 verða latin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-03-26 16:50 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Innlit, sum Portalurin hevur fingið frá Fiskimálaráðnum vísir, at samanlagt verður søkt um 269.782 av fiski í menningarkvotu í ár, hóast einans 19.565 tons verða latin. 

Fyrr í dag skrivaði Portalurin, at flest umsóknir vóru til makrel, sum er tað fiskaslagi, sum minst tal av tonsum verður latið av. Fægst umsóknir eru til svartkjaft, sum er tað fiskaslagið, sum flest tons verða latin til. 

Les eisini: Flest vilja hava makrel  

Men um hugt verður at tølunum, samsvarar myndin betur. Tí søkt verður um flest tons av svartkjafti. 22 umsøkjarar søkja samanlagt um 154,665 tons av svartkjafti, men einans 11,711 verða latin. 

31 umsøkjarar søkja samanlagt um 58,115 tons av makreli, har einans 3,159 tons verða latin. 

Tað verður søkt um 57,002 tons av norðhavssild, meðan einans 4,695 tons verða latin. Talan er um 27 umsóknir um norðhavssild. 

Í fýra umsóknum er ókent hvussu nógv tons søkt verður um. 

Talvan niðanfyri vísir, hvussu nógv tons hvør einstøk umsókn snýr seg um: 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder