Mannfólk eru blá og konufólk reyð. Eisini politiskt.
Hetta kemur fram í veljarakanningini, sum Spyr.fo júst hevur gjørt fyri Portalin.
Tá hugt verður eftir hvussu kynsbýtið er millum atkvøðurnar, so er ein týðuligur munur.
Teir traditionellu borgarligu flokkarnir, her hugsa vit um Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Sjálvstýri og eisini Framsókn, hava eina týðuliga yvirvág av mannligum atkvøðum. Mest hjá Framsókn og Fólkaflokkinum og minst hjá Sambandsflokkinum.
Hinvegin fáa flokkarnir, sum traditionelt verða kallaðir reyðir, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, men eisini Miðflokkurin, flestar av sínum atkvøðum frá konufólki.
Størstur kynsmunur er hjá Framsókn. Sambært kanningini atkvøða 3,3 prosent av kvinnuligu veljarunum fyri Framsókn, meðan talið er meira enn tvífalt so stórt, 7,1 prosent hjá teimum mannligu veljarunum.
Eyðsýndur munur er eisini hjá veljarunum hjá Tjóðveldi og Fólkaflokkinum.
Óvæntað er tað kanska fyri nógv, at einans 15,8 prosent av mannligu veljarunum atkvøða fyri Tjóðveldi, meðan heili 25,8 prosent av kvinnunum.
Øvugt er hjá Fólkaflokkinum. Heili 31,7 prosent av samlaðu mannligu veljarafjøldini atkvøða fyri Fólkaflokkinum, men ’bert’ 21,0 prosent av kvinnunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald