Hetta vikuskifti eru Mentanardagar í Fuglafirði, sum eitt festligt endabrak á einum hendingaríkum summari.
Byrjað verður á Kambsdali fríggjadagin, har Djóni Nolsøe Joensen setur Mentanardagarnar uttanfyri Stropan kl. 16.30. Men longu frá kl. 15 gera stovnar, fyritøkur og Kambsdalsbúgvar sítt til at setanin verður hugnalig, stuttlig og familjuvinarlig, við kreativum verkstovum, gongutúri, framsýning og mati.
Nógv er á skránni í Fuglafirði alt vikuskifti: nógvur tónleikur á ymsum støðum, sera ymiskar listaframsýningar runt í býnum, ‘nýtt og vælnýtt’ marknaður og matmarknaður, umframt kaffi-, hugna- og matstovur, verkstovur og fyrilestur, alt í stuttari gangifrástøðu í hugnaliga og fjálga býnum.
Umframt vælumtóktu afturvendandi tiltøkini, sum Regnskjólagøta, Kassabilakappkoyring, Víkingar í Miðstaðarlundini og Svimjihyljakonsert, eru tiltøk og kappingar til børn, ung, vaksin og eldri, so sum Snarathlon, súkklur og flakar. Ein stórsligin útikonsert er á Kyrjasteini leygarkvøldið við fimm sera ymiskum bólkum, sunnudag er Fólkafundur á Skarðinum, har Atli Gregersen heldur røðu, og sløkkiliðið skipar fyri skúmveitslu uttanfyri Mentanarhúsið sunnudag.
Stóra og fjølbroytta skráin sæst á fuglafjordur.fo og tiltøkini finnast á mh.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald