Innanlands

Mentanargrunnur Landsins veitir tilsamans 3,4 milliónir í lønum og stuðli

Samanlagt 152 umsóknir vóru hesuferð - 29 fingu játtandi svar

Filmsmaðurin Gudmund Helmsdal, ið millum annað hevur virkað sum framleiðari og arbeitt við stórum verkætlanum sum James Bond og Peter Pan í Føroyum, fær starvsløn í eitt heilt ár frá Mentanargrunninum (Mynd: Klara Johannesen)

Filmsmaðurin Gudmund Helmsdal, ið millum annað hevur virkað sum framleiðari og arbeitt við stórum verkætlanum sum James Bond og Peter Pan í Føroyum, fær starvsløn í eitt heilt ár frá Mentanargrunninum (Mynd: Klara Johannesen)

2023-04-11 17:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er greitt, hvørji fáa starvsløn og íverksetanarstuðul frá Mentanargrunni Landsins fyri 2023.

Hetta er nakað, ið verður latið á hvørjum ári, og hesuferð fekk g
runnurin 133 umsóknir um starvsløn og 19 umsóknir um íverksetanarstuðul. Tað kunnar Mentanargrunnurin um og leggur afturat, at søkt varð tilsamans um knappar 19 milliónir krónur.

Grunnurin hevði í ár møguleika at lata samanlagt góðar 3,4 milliónir til starvslønir og íverksetanarstuðul. Í hesum umfari fingu 25 umsøkjarar starvsløn, meðan fýra fingu íverksetanarstuðul.

Gudmund Helmsdal var tann einasti, ið fekk játtað starvsløn fyri eitt fult ár. Hann hevur arbeitt við fleiri frambrotum inn føroyska filmsvinnu. Trý fólk fáa fyri eitt hálvt ár, sjey umsøkjarar fáa fyri 4 mánaðir og 14 fyri 3 mánaðir. Tilsamans vóru 100 mánaðir veittir sum starvsløn fyri 2023 

- Tá starvslønir verða latnar, tekur nevndin støði í upplýsingum í sjálvari umsóknini og ásetingum í kunngerð nr. 109 §4: Endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði. 

Stk. 2. Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini og sum eftir nevndarinnar meting er av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum. 

Nevndin í Mentanargrunni Landsins avgjørdi á fundi tann 30.mars 2023 at veita starvsløn til hesar umsøkjarar.

Starvslønir 2023:

Gudmund Helmsdal 12 mðr.

Dánjal Dam á Neystabø 6   mðr.

Marjun Syderbø Kjelnæs 6  mðr.

Mattias Kapnas    6  mðr.


Helle Thede Johansen 4  mðr.

Heri Joensen 4  mðr.

Ingun Christensen 4  mðr.

Jens Dam Ziska 4 mðr.

Torfinnur Jákupsson 4 mðr.

Tóta Árnadóttir 4 mðr.

Unn Paturson 4 mðr.

Arnold Ludvig 3 mðr.

Barbara Lervig 3 mðr.

Beinir Troest Rasmussen 3 mðr.

Gunnvá Zachariasen 3 mðr.

Joel Cole 3 mðr.

Jógvan Isaksen 3 mðr.

Lena Nicolajsen 3 mðr.

Marianna Hoydal 3 mðr.

Rigmor Dam 3 mðr.

Rógvi Rasmussen 3 mðr.

Snorri Brend 3 mðr.

Trygvi Danielsen 3 mðr.

Uni Debess 3 mðr.

Vár Berghamar Jacoben 3 mðr.

Grunnurin fekk 19 umsóknir til íverksetan. Hesin stuðul skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við sínum skapandi listaarbeiði. Stuðulin er 75.000 krónur, og kann bert latast sama umsøkjara tvær ferðir.

Nevndin hevur gjørt av, at lata hesum umsøkjarum íversetanarstuðul hesuferð:

Heðin Ziska Davidsen (tónlist)

Eyði Højsted Horsdal  (tónlist)

Rannvá G. Niclasen (dansur)

Jákup Veyhe (tónlist)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder