Byrjanin til vangarnar og hválvið niðan móti Klaksvíksvegi, tekur nú skap. Hetta hválvið verður eisini "takið" yvir høvuðsinngongdina til høllina, tá ið størri tiltøk skulu verða í henni.
Eisini er gólvið til fýra tey fremstu sitirøðini í høllini stoypt eins og gólvið til svalarnar í fyrstu hædd.
Byrjanin til endaveggin niðaneftir verður nú stoypt millum verandi vangar, og so kann næsta umfar av útveggunum í fyrstu hædd stoypast – 3,30 m í hædd og 12 m í lond hvørja ferð.
Nú byrjar húsið rættiliga at reisa seg úr lendinum og taka skap. Seinni verða endaveggirnir móti Vágsbøi og niðan móti Klaksvíksvegi. lokaðir.
Tekstur og myndir: Dávur Winther
Les eisini um mentanarhúsið í Blaðnum Vikuskifti: Nú kemur ferð á
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald