Orsakað av koronu var eingin Mentanarnátt í Havn í fjør, men eftir ætlan verður aftur Mentanarnátt í høvuðsstaðnum fríggjakvøldið 4. juni 2021, boðar Visit Tórshavn frá í tíðindaskrivi.
Mentanarnátt er dagurin tá stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út og handlarnir hava leingi opið. Livandi tónleikurin sermerkir eisini Mentanarnáttina bæði innan- og uttandura. Mest sum allastaðni í býnum er tónleikur at hoyra.
Skráin til Mentanarnáttina plagar at vera drúgv og fjølbroytt, og Tórshavnar kommuna vil fegin hoyra frá fólki, sum hava okkurt, sum tey kundu hugsað sær at fingið við í skránna.
Fólk kunnu senda ein teldupost til [email protected] ella ringja á tlf. 30 24 25.
Seinasta freist at lata inn tilfar til skránna er mikudagin 12. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald