2022-05-22 15:20
Skráin fyri Mentanarnáttina á Tvøroyri komandi fríggjadag er nú tøk, talgild.
Nógv er gjørt burtur úr degnum. Á skránni eru alskyns tiltøk, so sum tónleikur, framløgur, framsýningar, list, matur, barnatiltøk og mangt annað. Í komandi viku verður skráin borin út til øll húsarhald í Suðuroynni og kemur eisini at liggja frammi ymisk, almenn støð í oynni.
Mentanarnáttin hevur ment seg fyri hvørt ár, seinastu mongu árini, og er nú vorðin ein dagur, ið ikki einans savnar suðuroyingar, men eisini vitja sera nógv fólk úr hinum oyggjunum. Kommuna, vinnulív og stovnar spíla seg henda dag út og á hvørjum horni í miðbýnum hendir okkurt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald