Mentan

Mentanarvirðislønir landsins handaðar í annaðkvøld

Umframt Mentanarvirðisløn landsins, sum er kr. 150.000, og Heiðursgávu landsins, sum er kr. 75.000, handar landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, eisini eina serstaka virðisløn, sum er kr. 50.000

2020-01-14 06:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikukvøldið 15. januar handar landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, Mentanarvirðislønir landsins í Sjónleikarhúsinum í Havn.

Virðislønirnar í ár eru tríggjar.

Umframt Mentanarvirðisløn landsins, sum er kr. 150.000, og Heiðursgávu landsins, sum er kr. 75.000, handar landsstýrismaðurin eisini eina serstaka virðisløn, sum er kr. 50.000.

Tiltakið er alment og byrjar kl. 19.

- Mentamálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder