Grindin, ið var merkt í Syðrugøtu fyri góðari viku síðan, er nú í íslendskum sjógvi.
Sunnudagin 7. juli varð ein lítil grind á 16 hval rikin inn á sandin í Syðrugøtu, har fimm hvalir vóru merktir við sendarum við fylgisveina samskifti at kanna, hvussu og hvar hvalirnir ferðast.
(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)
Eftir at hava ligið á víkini tað mesta av mánadegnum, fór grindin um kvøldið norður gjøgnum Kalsoyarfjørð og helt kósina norður í hellingina 60 fjórðingar úr landi. Eftir tveir dagar í hesum øki hevur grindin nú í seks dagar hildið kósina í ein beinan vestan yvir Íslandsryggin við ein ferð á umleið ein fjórðing um tíman og er nú 60 fjórðingar úr Íslandi.
Hetta er fyrstu ferð, at merkt grind hevur ferðast á hesum leiðum, sigur Tjóðsavnið.
Soleiðis hevur grindin ferðast. Positiónirnar eru ikki lúkaðar fyri neyvleika, tí kann tað tykjast sum um at merktu hvalirnir ferðast nógv aftur og fram, men hetta er ikki so, og tað er tann yvirskipaða ferðingarleiðin, ið hevur týdning (Mynd: Tjóðsavnið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald