Innanlands

Merktu springararnir fylgjast ikki

Springararnir sum vórðu merktir í Fuglafirði leygardagin eru farnir sundur í tveir bólkar

(Mynd: Havstovan)

(Mynd: Havstovan)

2023-06-13 15:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Springaranir, ið vóru merktir á Fuglafirði leygardagin 10. juni eru farnir sundur í tveir bólkar.

Tað skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Við góðari hjálp frá bátum og fólki á staðnum, var ein minni bólkur á 25 sprinagarar rikin inn á sandin, har fólk frá Havstovuni merktu seks springarar við fylgisveinasendarum. Tað tók áleið 45 minuttir at merkja.

Eftir at springararnir fóru av pollinum aftur, helt ein bólkur við fýra merktum springarum í, kósina suður ígjøgnum Leivíksfjørð, og helt beina kós suður í Hetlandsrennuna. Her vendi bókurin norðeftir, og hevur síðan ferðast í ein landnyrning, fram við hellingini.

Hin bólkurin, við einum merktum sprinagara í, fór norður gjøgnum Djúpini og norður í hellingina. Síðan hevur hesin bólkurin ferðast í ein útnyring eftir Rygginum, móti Íslandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder