Uttanlands

Merz: Týskland skal finna aðrar handilsfelagar

Amerikanarar eru ikki longur sinnaðir at spæla eftir reglunum hjá Heimshandilsfelagsskapinum, WTO, sigur týski samveldiskanslarin

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz (Mynd: EPA)

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz (Mynd: EPA)

2025-08-25 08:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týskland eigur at leita eftir nýggjum handilssfelagum uttanfyri USA og ES, sigur týski samveldiskanslarin Friedrich Merz.

– Hvussu handfara vit altjóða handil, tá eitt nú amerikanarar ikki longur eru sinnaðir at spæla eftir reglunum hjá Heimshandilsfelagsskapinum? Vit noyðast at leita eftir handilsfelagum, sum hugsa eins og vit, sigur Merz sambært Reuters.

Merz vísti m.a. á Suðuramerika, Asia og Afrika sum støð, har týskarar møguliga kunnu finna nýggjar handilsfelagar.

Amerikanski forsetin, Donald Trump hótti herfyri við at leggja toll á upp í 25 prosent á ávísar vørubólkar í ES, men í farnu viku góðtók Trump tó at avmarka tollin á evropeiskar vørur til 15 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder