Uttanlands

Trump: Kenni meg ikki longur bundnan til bara at hugsa um frið

Amerikanski forsetin fekk ikki friðarheiðursløn Nobels, og tí kennir hann seg ikki longur bundnan til bert at hugsa um frið, skrivar hann í brævi til norska forsætisráðharran

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2026-01-19 10:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump fekk ikki friðarheiðursløn Nobels, og tí kennir hann seg ikki longur bundnan til bert at hugsa um frið.

Tað hevur Trump skrivað í einum brævi til norska forsætisráðharran, Jonas Gahr Støre.

Trump skrivar, at hann nú kann hugsa um, hvat er gott og hóskandi fyri USA.

– Danmark kann ikki verja hatta landið (Grønland, red.) frá Russlandi og Kina, og hví hava tey yvirhøvur ognarrættin? Har eru eingi skjøl, tað eru bert bátar, sum lendu har fleiri hundrað ár síðani, men vit høvdu eisini bátar har, skrivar Trump.

– Eg havi gjørt meira fyri Nato enn nakar annar síðan tað varð stovnað, og nú eigur Nato at gera nakað fyri USA. Heimurin er ikki tryggur, um vit ikki hava fult ræði á Grønlandi.

Brævið er eitt aftursvar til eini felags boð til Trump frá norska forsætisráðahrranum og finska forsetanum, Alexander Stubb, har teir greiddu frá teirra sjónarmiðum viðvíkjandi tollinum, sum Trump ætlar at leggja á vørur úr Noregi, Finnlandi og seks øðrum londum frá 1. februar. Eisini ynsktu teir eina telefonsamrøðu við Trump, skrivar Ritzau.

Jonas Gahr Støre sigur, at hann fleiri ferðir hevur sagt Trump, at tað ikki er norska stjórnin, sum avger, hvør fær friðarheiðursløn Nobels.

Les eisini: Machado latið Nobel-krónuna til Trump

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder