Innanlands

Mest 22,9 milliónir í avlopi í fjør

Sølan er økt og úrslitið betrað í fjør. Nettosølan hjá MEST samtakinum var 447,0 mió. kr og hevði felagið eitt avlop uppá 22,9 mió. kr. eftir skatt. Talan er um framgongd á øllum virkisøkjum

Mouritz Mohr, stjóri á MEST (Mynd: Mest)

Mouritz Mohr, stjóri á MEST (Mynd: Mest)

2023-03-17 18:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sølan er økt og úrslitið betrað í fjør. Nettosølan hjá MEST samtakinum var 447,0 mió. kr og hevði  felagið eitt avlop uppá 22,9 mió. kr. eftir skatt. Talan er um framgongd á øllum virkisøkjum. Í MEST samtakinum starvast 463 starvsfólk og eru harav 76 lærlingar. Leiðslan er nøgd við úrslitið.

Seinastu árini hava hilnast væl hjá MEST, sum er ein fíggjarliga sterk fyritøka við einum eginpeningini á 121,3 milliónir krónur og einum soliditeti á gott 50%.

Fyrsti elrikni arbeiðsbáturin í Føroyum
Ein avbjóðandi verkætlan í fjør var at byggja og handa eina 100% eldrivna tvíkilju. Alt arbeiðið var framt í Føroyum. MEST hevur fingið nógvar royndir av hesi verkætlan, og gevur hetta áræði til at átaka sær framkomnar uppgávur framyvir. Grøna tvíkiljan hevur vakt ans uttanlands, og hevur hon fingið nógva umtalu í altjóða fjølmiðlum.

Burðardygd stóran týdning
MEST hevur sett sjóneykuna á burðardygd fyri at tryggja, at MEST økir um virksemi á ein burðardyggan hátt. Burðardygd verður hugsað inn í uppgávurnar, og hvussu arbeiðið verður lagt til rættis. Í hesum sambandi hevur MEST sett serfrøðing, sum burturav skal samskipa, at burðardygd er ein partur av fyritøkuni og virkseminum.

Nýggja turrdokkin
Arbeitt verður áhaldandi ímóti, at fáa nýggja størri turrdokk.  

Nýggja turrdokkin verður staðsett beint norðanfyri verandi turrdokk á Skála. Dokkin verður 150 metrar long, 30 metrar breið og 12 metrar djúp. Turrdokkin verður gjørd til nýggja ættarliðið av størri skipum í vinnuni, sum longu eru bygd og sum koma til landið komandi árini. Verandi turrdokk er ov lítil at taka ímóti hesum skipum.

Tilgongdin er tengd at einum neyvum samstarvi við myndugleikarnar og eru neyðugu loyvini við at verða komin undir land. 

MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar í Havn og á Skála, framleiðsluútgerð í Runavík, arbeiði við millum annað vindmyllum á landi runt um í Føroyum og PAM-Offshore Service, sum veitir tænastur til frálandavinnuna í Noregi. 

 “Kappingin er hørð, og leggja vit okkum alsamt eftir at styrkja okkara tænastustøði. Samstundis er avgerandi, at vit fáa nýggju dokkina klára fyri at standa okkum í kappingini. Vit fegnast um, at okkara átøk bera ávøkst, og alsamt fleiri kundar velja MEST sum veitara”, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder