Innanlands

Mest spennandi er álitið um suðuroyartunnil

Tingið verður sett klokkan 11, men álitið um suðuroyartunnilin er væntandi ikki klárt fyrr enn einaferð í kvøld

Tað gerst møguliga seint áðrenn álitið um suðuroyartunnilin er klárt at leggja fyri tingið, meta eygleiðarar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað gerst møguliga seint áðrenn álitið um suðuroyartunnilin er klárt at leggja fyri tingið, meta eygleiðarar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-19 10:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tíggjar aðru viðgerðir og tríggjar fyrstu viðgerðir, alt mál, sum ikki hava serliga stóran politiskan áhuga, eru á skránni fyri tingfundin, sum byrjar klokkan 11 í dag.

Síðsta mál á skránni er ‘framløga’ og tað punktið er tað mest áhugaverda í løtuni.

Nú hevur leingi verið bíðað eftir álitinum frá fíggjarnevndini viðvíkjandi málinum um Suðuroyartunnilin.

Longda freistin, sum fíggjarnevndin fekk at koma við áliti, var úti í gjár. Og nú verður roknað við, at álitið er klárt at leggja fyri tingið í dag. Men sum skilst verður tað væntandi ikki fyrr enn í kvøld. Og tí kann roknast við at tingfundurin í dag verður niðurlagdur tá viðgerðirnar á dagsskránni eru lidnar, fyri at bíða eftir álitinum frá fíggjarnevndini.

Hoyr FM1-samrøðu við forkvinnuna í fíggjarnevndini her

Roknað verður eisini við, at álitið um áseting av pensjónsaldri verður lagt fram í sama viðfangi.

Tað málið hevur verið til viðgerðar í trivnaðarnevndini hjá løgtinginum. Sum skilst er tað álitið skrivað, men bíðar eftir álitinum um suðuroyartunnilin.

Tí hóast hesi bæði mál einki hava við hvørt annað at gera, so eru tey atknýtt politiskt, eitt nú tí Framsókn hevur boðað frá, at flokkurin ikki fer at atkvøða fyri suðuroyartunnlinum um so er at okkurt munandi verður gjørt við fíggjarliga haldførið. Og júst ein útsetan av pensjónsaldrinum er eitt av málinum, sum kann tryggja betri haldføri hjá landskassanum í framtíðini, verður sagt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder