2025-07-28 15:15

Frá oktober kunnu ES-brúkarar ikki longur síggja politiskar lýsingar á Facebook og Instagram, upplýsir Meta, sum eigur báðar sosialu miðlarnar, í tíðindaskrivi.
Hetta verður eisini galdandi fyri lýsingar, sum snúgva seg um "sosial stórmál".
Avgerðin er tikin orsakað av nýggjari ES-lóggávu, sum setur krøv til politiskar lýsingar, sum Meta ikki heldur, at tey kunnu eftirlíka.
Meta sigur, at tað framvegis verður gjørligt hjá politikarum at deila innihald á teirra sosialu miðlar, um talan ikki er um eina lýsing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald