Haribo afturkallar fleiri ymisk sløg av bommum, tí vandi er fyri smáum, leysum metallstykkjum í posunum. Hetta er tí, at okkurt hevur verið galið við einari maskinu á virkinum.
Hesum boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá og skrivar, at í hesum sambandi eigur vøran at latast aftur í handilin har hon er keypt ella beinast burtur.
Sambært yvirlitinum á hfs.fo er talan um samanlagt 21 vørur. Nakrar av hasum eru seldar í Føroyum - millum annað Matador Mix 375 g og Click Mix 120 g. Tær eru merktar við feitari skrift á listanum, ið kann síggjast á leinkjuni niðanfyri:
Afturkalling av Haribo bommum - yvirlit
Smáu metallstykkini, ið møguliga eru í nøkrum av pakkunum, eru ikki inni í sjálvum bommunum men leys í posunum. Virkið hevur staðfest, at trupulleikin var ein feilur í eini maskinu. Feilurin er nú rættaður, skrivar HFS.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald