Innanlands

Metalpetti kunnu vera í ísinum

Eitt slag av pinnísi verður nú afturkallað

2025-06-03 16:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt slag av pinnísi, "Isbjørn" sum er selt í føroyskum handlum, verður nú afturkallað.

Orsøkin til afturkallingina, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan, er, at smá metalpeti eru funnin í vøruni, og tey kunnu elva til skaðar á tenn, munn, svølg, maga og tarmar.

– Borgarar, ið eiga hesa vøru, eiga at beina hana burtur ella lata hana aftur haðani hon er keypt.

Um vøruna:
Isbjørn ispinde jordbær-vanilje, 5 stk (sí mynd)
Brand: Premier IS
Nettoinnihald: 5 x 89 mL
Best fyri: 14.03.2027
Lotnummar: L57341
EAN-strikukota 5766632526275

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder