Seinasta samdøgrið hava í minsta lagi tíggju amerikanskir statir skrásett metnógvar nýggjar smittutilburðir. Millum teirra eru Michigan og Wisconsin, sum forsetin, Donald Trump hevur vitjað sum part av valstríði hansara.
Fríggjadagin vórðu 2.015 tilburðir skrásettir í Michigan, sum er hægsta økingin, sum staturin hevur skrásett í eitt samdøgur undir hesari farsóttini.
Í sama tíðarskeiði skrásetti Wisconsin 4.160 tilburðir, sum eisini er met fyri statin.
Økta smittutalið hevur tó ikki fingið Donald Trump at avlýsa ella útseta nakran av komandi valfundunum.
Leygardagin helt Trump valfund í Muskegon í Michigan og í Janesville í Wisconsin.
Fríggjadagin skrásetti USA fleiri enn 69.000 smittutilburðir, sum er hægsta økingin, landið hevur sæð, síðan juli. USA hevur skrásett omanfyri átta mió. tilburðir – meira enn nakað annað land í heiminum.
– Hava skyldu til at atkvøða fyri mær
Statirnir Michigan og Wisconsin stuðlaðu Trump, tá hann vann forsetavalið fyri fýra árum síðani, men sambært Ritzau tykist hann ikki at hava eins nógvan stuðul har í hesum umfarinum. Tí undirstrikaði Trump leygardagin, hvussu umráðandi tað var, at tey atkvøða fyri honum.
Millum annað ávaraði hann um, at demokratar fara at strika amerikanska søgu og oyðileggja tey amerikonsku virðini. Tann demokratiski flokkurin, sum tey einaferð kendu, er ikki til longur, segði hann við tey, og tapir hann valið, fer hann at tapa til vánaligasta valevnið í amerikonskum politikki.
Veljararnir høvdu tí eina moralska skyldu til at atkvøðua fyri honum, segði amerikanski forsetin.
16 dagar eru til amerikanska forsetavalið, ið verður 3. november. Tá verður avgjørt, um Donald Trump fær fýra ár afturat í Hvítu Húsunum ella ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald