Várskeiðið á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy byrjaði í farnu viku.
Metstórt tal av næmingum byrjaðu, heili 48 í talið. Hesir næmingar fluttu eisini inn í nýggja næmingaheimið hjá Ítróttaháskúlanum, sum sostatt nú veruliga er tikið í nýtslu.
Suðurrás skrivar á heimasíðuni, at tað eru 28 føroyingar og 20 útlendingar á várskeiðnum. Útlendingarnir eru úr Danmark, Noreg, Íslandi og so er ein føroyingur sum annars er búsitandi í Belgia.
Sonevndur “introtúrur” hevur verið, har leiðin gekk eftir fjøllunum og ligið var nátt í Hovi, áðrenn næmingarnir fóru til gongu aftur til Vágs.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald