Innanlands

Metnógvar gistingar í fjør

Føroysku gistingarhúsini seldu 173.913 gistinætur í 2021

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-01-25 11:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast vit framvegis eru í eini farsótt, sum hevur rakt ferðafólkavinnuna rættiliga meint, so høvdu føroysku gistingarhúsini fleiri gistingar í fjør enn nakrantíð fyrr.

Hagstovan hevur í dag lagt nýggjastu ferðafólkahagtølini á heimasíðuna, sum vísa samlaðu uppgerðina fyri árið í fjør, og hesi vísa, at í fjør høvdu føroysku gistingarhúsini 173.913 gistinætur.

Hetta er næstan 5.000 fleiri gistingar enn í 2019, sum var metárið fyri gistingar í Føroyum.

Hagtølini mánað fyri mánað vísa, at fyrra hálvár í 2021 var nakað slakari enn í 2019, men í seinna hálvárið hava verið fleiri gistingar enn í 2019. Í juli høvdu føroysku gistingarhúsini oman fyri 31.000 persónsgistinætur.

Havast skal í huga, at hotellkapasiteturin nú er væl størri enn hann var í 2019. Tvey stór hotell eru komin afturat í høvuðsstaðnum, umframt útbyggingar.

Hetta sæst aftur á nýtslustiginum – tað ið plagdi at vera kallað belegningsprosentið. Hóast tað vóru 31.268 gistingar á føroysku hotellunum í fjør, so var tó ‘bert’ talan um 76,5 prosent av kapasitetinum.

Tá tað í juli 2019 vóru 24.976 gistingar, var talan um 90,4 prosent av øllum seingjarplássunum.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder