2025-03-24 15:15

Í apríl fer ársins útgáva av tónleikakappingini Sement av bakkastokki í Reinsarínum, og luttøkan í ár er metstór.
Fyriskiparar boða í dag frá, at ikki minni enn 28 bólkar hava teknað seg til kappingina.
– Vit eru spent sum lítlar hønur at koma í sving og gleða okkum til eitt brak av einari kapping!
– Í ár hava vit alt frá Klaksvík til Suðuroy, vit hava tilflytarar, og vit hava eitt breitt tónleikaspenni – frá singer-songwriter og hørðum rokki til gangsta rap og elektroniskan tónleik, skriva fyriskiparar, sum leggja afturat, at teir fara at almannakunngera bólkar og undanumfør í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald