Mentan

Metnógvir ungir tónleikarar luttóku í Stella Polaris 2025

Tey, sum fingu fyrstu virðisløn í teimum fýra bólkunum vóru Elin Rasmussen, violin (20-24 ár), Helge Marius Greve, klaver (16-19 ár), Tóki Linduson Hentze, klaver (12-15 ár), og David Caabay Nattestad, klaver (0-11 ár)

(Myndir: Annika Djurhuus Olsen)

(Myndir: Annika Djurhuus Olsen)

2025-03-30 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hevur kappingin Stella Polaris fyri ungar klassiskar tónleikarar verið á Tórshavnar Musikkskúla fyri sjeyndu ferð, og í ár varð luttakaratalið methøgt. Heilir 99 ungir tónleikar vóru við í kappingini hesa ferð.

Tey ungu kappaðust í fýra ymsum aldursbólkum. Tveir teir yngstu kappaðust hósdagin, tann næst elsti fríggjadagin, og tann elsti kappaðist í gjár, leygardagin.

Dómararnir bóru fram, at uppgávan at skilja millum tey mongu dugnaligu fólkini var sera torfør, og at tónleikaliga støðið var óalmindiliga høgt.

Virðislønir vórðu latnar til hesar tónleikarar:

Bólkur 4 (20-24 ár)
1. virðisløn: Elin Rasmussen, violin
2. virðisløn: Ari Hammer Joensen, urga
3. virðisløn: Dan Eyðun Karbech Saxofv, gittar

Bólkur 3 (16-19 ár)
1. virðisløn: Helge Marius Greve, klaver
2. virðisløn: Ásgerð Stenberg Olsen, floyta
3. virðisløn: Mikkjal Davidsen, sello
Herðaklapp: Bjørn B. Patursson, sello

Bólkur 2 (12-15 ár)
1. virðisløn: Tóki Linduson Hentze, klaver
2. virðisløn: Sólja Ellen Rye, violin
3. virðisløn: Elisa Andrésen Arge, sangur
Herðaklapp: Annvør Róaldsdóttir, akkordeon

Bólkur 1 (0-11 ár)
1. virðisløn: David Caabay Nattestad, klaver
2. virðisløn: Tabita S. Christiansen, floyta
3. virðisløn: Steinbjørt Janet Høgnaberg, akkordeon & Emil Aaen Nordendal, klaver (deild virðisløn)
Herðaklapp: Yngvi Ferdinand Hamrá Holm, kontrabass

Dómarar til Stella Polaris 2025 vóru Anna Klett, høvuðsdómari; Jákup Lutzen, umboðandi tónleikagreinina í breiðari merking; Jósef Zachariassen, umboðandi Tórshavnar Musikkskúla; Monika Stauss Joensen, umboðandi FSO; og Andras Sólstein, umboðandi áhoyrarar.

Stella Polaris verður aftur um tvey ár í 2027, skriva fyriskiparar.

Kappingin er stuðlað av Betri, Articon, SMS, Hiddenfjord, Leif Mohr, Bygma Balslev, Bakkafrost, Tórshavnar Kommuna, Hotel Brandan, Hotel Hafnia, Kopli Cups, Christian í Grótinum, Mál, Føroya Bjór og Kirvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder