Uttanlands

Metstór hjálp til Svøríki

Átta lond luttaka í hjálpararbeiðinum

Mynd: DR

Mynd: DR

2018-07-24 17:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

Heili átta lond í ES hava sent hjálp til Svøríki, har stórir skógareldar herja. Tilsamans eru fleiri enn 340 fólk, sjey tyrlur, 60 akfør og sjey flogfør er send at sløkkja eldarnar.

Londini, sum hava sent hjálp eru Danmark, Frakland, Italia, Týskland, Litava, Portugal, Pólland og Eysturríki. Hetta er størsta ES-tilbúgvingin móti skógareldi nakrantíð. Umframt ES-londini hevur Noreg sent tíggju tyrlur at hjálpa, skrivar DR.

ES-kommissjónin sigur, at skógareldarnir prógva, at veðurlagsbroytingar eru veruligar, og at einki land er mótstøðuført fyri náttúruvanlukkur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder