Innanlands

Metstórt avlop á føroyska uttanlandshandlinum

Hagstovan er komin við uppgerð fyri rakstrarviðurskiftunum við umheimin fram til 2017

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2020-01-30 10:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað streyma munandi fleiri pengar inn til Føroya enn tað streyma út úr landinum í hesum tíðum.

Hagstovan staðfestir nú, at rakstraravlopið í bæði 2016 og 2017 er hækkað upp í góðar tríggjar milliardir krónur í mun til umleið hálvaaðru milliard tey bæði undanfarnu árini.

- Stóra avlopið stavar serstakliga frá nógva vøruútflutninginum í 2016 og 2017. Orsøkin er aldur laksur og pelagiskur fiskur, sum eru við til at vaksa um virðið av útflutninginum av vørum og harvið økja um ognina av fremmandum gjaldoyra. Eitt nú var útflutningsvirði av laksi umleið eina milliard krónur størri í 2017 enn í 2015, skrivar Hagstovan.

Men eisini inntøkurnar av sølu av tænastu til umheimin økjast. Hetta umfatar serliga ferðavinnuna og flutnig, sum ger at hallið á tænastujavnanum er minkandi. Ein fittur partur av vøkstrinum frá 2016 til 2017 stavar frá hækkandi rakstrarflytingum, so sum tryggingarendurgjøldum úr útlandinum.

Tænastuhandilin við umheimin er grundaður á spurnabløð, ið Hagstovan sendir út til ávísar fyritøkur. Av tí sama er ein ávís óvissa um hesi tølini, vísir Hagstovan á.

Í uppgerðini av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans fyri 2016 og 2017 liggur hallið á tænastujavnanum ávikavist 289 og 384 milliónir krónur. Sostatt er hallið á tænastujavnanum nakað lægri í 2016 og 2017 samanborið við árini frammanundan. Útflutningurin av tænastum er vaksandi meðan innflutningurin sær út til at standa í stað.

Um hugt verður eftir útgreiningini av tænastuhandlinum sæst, at útflutningurin av ferðavinnutænastum hevur havt ein áhaldandi vøkstur seinastu árini.

Uppgerðin av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans fevnir um vøruhandil, tænastuhandil, inntøkuflytingar til og frá útlondum, ið eru lønarflytingar og ognarinntøkur frá beinleiðis íløgum og íløgur í virðisbrøv og lánsbrøv, umframt rentur á inn- og útlán og vøru- og tænastukredittir. Rakstrarflytingar eru fyrst og fremst einvegis flytingar uttan einum beinleiðis mótkravi frá móttakara.
Uppgerðin gevur innlit í, hvat slag av tænastum, inntøkuflytingum og rakstrarflytingum, sum eru millum Føroyar og umheimin. Sí eisini í seinri grein uppgerð av ogn og skuld, sum lýsir statuspostarnar til hesar íløgur, lán o.a., býtt á privata vinnu, fíggjarstovnar, tað almenna, húsarhald og felagsskapir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder