Innanlands

Metstórt Vestnorden í Føroyum

Yvir 400 luttaka á stóru ferðavinnustevnuni, sum byrjar týsdagin 24. september

2024-09-23 11:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árliga ferðavinnustevnan Vestnorden verður hildin í Havn týsdagin og mikudagin í hesu vikuni.

Á stevnuni hittast yvir 400 keyparar, seljarar og onnur innan ferðavinnu úr øllum heiminum, eitt nú verða fólk til staðar frá fjarskotnum londum sum Korea, Japan, USA, Avstralia, Kanada o.s.fr.

Føroyar, Ísland og Grønland skiftast um at skipa fyri, og Føroyar eru vertir fjórða hvørt ár.

– Vestnorden er einasta ferðavinnutiltakið, sum burturav setur fokus á londini í útnorðuri, tað vil siga Grønland, Ísland og Føroyar. Hetta er tí eitt frálíkt høvi at gera vart við hesi londini sum ferðamál yvirfyri ferðasmiðum úr øllum heiminum. Tað er altíð serstakt fyri okkum, tá Føroyar eru vertir, tí vit fáa eina røð av útlendskum ferðasmiðum higar, sum kanska ikki kenna Føroyar, og tí er hetta eitt gott høvi at vísa teimum, hvat okkara oyggjar hava at bjóðað, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Høgni Hoydal, setur Vestnorden í Høllini á Hálsi, týsdagin 24. september kl. 9:00. Stjórarnir í ferðaráðunum í Grønlandi, Íslandi og Føroyum leggja eisini fram um teirra lond. Síðani verða fundir allan dagin, har ferðavinnufyritøkur úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum hitta keyparar úr øllum heiminum. Um kvøldið er Tórshavnar Kommuna vertur fyri móttøku.

Mikudagin eru fundir aftur á skránni fyrrapartin, og seinnapartin bjóða kunningarstovur og kommunur í meginøkinum luttakarunum á túr í teirra økjum. Endamálið er at vísa útlendsku gestunum ein so stóran part av landinum sum gjørligt.

Tað er Visit Faroe Islands, sum er vertur fyri tiltakinum í Føroyum. Vestnorden er ikki opið fyri almenninginum, men er einans fyri fólkum úr ferðavinnuni, sum hava meldað til stevnuna. Freistin at melda til er farin.

Meira um Vestnorden kann lesast her.

Visit Faroe Islands


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder