
Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna, nýtti høvið at fegnast um, at tað nú er skipað eitt samstarvsráð á stjórnarstøði millum Danmark, Grønland og Føroyar, tá hon fyrrapartin helt sína árligu stjórnarleiðararøðu í sambandi við at fólkatingsárið byrjaði henda fyrsta týsdag í oktober.
Hon greiddi frá, at Danmark saman við Grønlandi og Føroyum arbeiða út frá einum felags málsetningi um lágspenning í arktiska økinum. Og at verja okkum sjálvi, eitt nú móti ‘cyper-njósning.
- Det kræver årvågenhed. Og opbygning af kapacitet, staðfesti Mette Frederiksen.
Og tí fegnaðist hon um, at londini nú hava stovnað eitt fast samstarvsráð á stjórnarstøði, ið skal brúkast til “tæt dialog om udenrigspolitik. Sikkerhedspolitik. Og forsvarspolitik”.
Hon greiddi eisini frá, at Grønland og Føroyar fáa ein meira týðuligan leiklut í Arktiska ráðnum, nakað, ið sambært Mette Frederiksen er “helt naturligt”.
- Í farnu viku og í hesari vikuni havi eg havt orðaskiftið við løgmann og við formannin í Naalakkersuisut. Vit hava júst skrivað undir arbeiðssetningin – kommisoriið.
- Tit eru báðir til staðar her í Fólkatinginum í dag. Eg vil nýta høvið til at takka tykkum fyri gott og uppbyggjandi samstarv, segði Mette Frederiksen í setanarrøðuni. Hon takkaði í sama viðfangi eisini norðuratlantisku fólkatingslimunum fyri samstarv.
Eitt sindur merkisvert er tað, at forsætisráðkvinnan í røðu síni ongantíð brúkti orðið ‘ríkisfelagsskapur’.
Brot á stýrisskipanina
Avtalan, sum Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur skrivað undir í Keypmannahavn er eitt greitt brot á stýrisskipanarlógina.
Tað heldur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, um samstarvsavtaluna. Høgni Hoydal var gestur í sendingini Breddin í útvarpinum hjá Kringvarpinum fyrrapartin. Hann heldur, at tað verður eitt stórt afturstig fyri føroyskan politikk, at týðandi mál nú skulu viðgerast í einum slíkum samstarvsráð, áðrenn tey koma fyri løgtingið.
Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum, sum eisini var við í kjakinum, er ikki samdur í hesum, og hevur eina heilt aðra fatan av avtaluni, sum nú er gjørd millum Danmark, Grønland og Føroyar.
Tú kanst hoyra Breddan her. Kjakið um samstarvsráðið byrjar eftir uml. 11 minuttir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald