Innanlands

Mette Frederiksen: - Eg gloymi tykkum ikki

Men danski stjórnarleiðarin hevði onga umbering til grønlendingarnar ið eru raktir av snyrils-gøluni og sum eru vorðnir løgfrøðiligir faðiroysingar

(Mynd: KNR)

(Mynd: KNR)

2023-06-08 11:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna, mátti leggja oyra til fortíðar donsku syndir, tá stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum í gjár komu til Hans Egedes Hus í Nuuk.

Knapt hálvthundrað fólk, sum eru partur av sokallaðu snyrils-gøluni og málinum um løgfrøðiligu faðirloysingarnar, mótmæltu tolin framman fyri húsið, har tíðindafundur skuldi vera í sambandi við ríkisfundin.

Hóast summarið skuldi verið komið, so var onki summar í luftini henda dagin í Nuuk, vindur og kalt.

Í røðum greiddu mótmælisfólkini frá tí órætti, sum myndugleikarnir hava gjørt móti teimum, og kravið er at danska stjórnin viðurkennir, at talan er um órætt. Og so ynskja tey eisini eina almennari umbering frá danskari síðu.

Forsætisráðkvinnan kom tó ikki við nakrari umbering. Men hon tók orðið, og takkaði mótmælisfólkunum fyri at tey vóru komin, og fyri teirra dirvi til at standa fram og fortelja teirra søgur.

Hon lovaði teimum eisini, at hetta ikki fer at vera gloymt.

- Tað gerst ikki meira sárbært, antin tað er ættarliðið undan ella ættarliðið eftir, sum tit hava mist og tosað um í dag. Eg veit væl, at hetta er trupult, og rørir tykkum djúpt. Tað rørir eisini meg. So túsund takk fyri, og eg gloymi ikki. Tað lovi eg, segði Mette Frederiksen, sambært knr.gl.

Múte B. Egede, formaður fyri naalakkersuisut takkaði eisini teimum uppmøttu og lovaði teimum, at landsstýrið stuðlar teimum.

[object Object](Mynd: KNR)

Eitt av mótmælisfólkunum var Uullat Bach, ið er ein av teimum nógvu, ið fekk lagdan snyril í lívmóðrina móti sínum vilja sum 15 ára gomul, og harvið var ein liður í ætlanini hjá donsku myndugleikunum at tálma grønlendska fólkavøksturin.

Hon er eisini ein av teimum 26 løgfrøðiligu faðirloysingunum, sum í mars vórðu sýtt endurgjald frá danska statinum. Tey kravdu 3,25 milliónir krónur til samans.

- Mítt ynski er, at staturin viðurkennir tað, ið er hent, og viðurkennir okkara krav um umbering og endurgjald, sigur hon við KNR.

Ein onnur millum mótmælisfólkini var 57 ára gamla Arnaq Johansen, ið fekk sett snyril upp í 1978, tá hon var 12 ára gomul.

- Eg møti upp til mótmælistiltakið, tí eg haldi, at øll skulu hoyra, hvat eg havi upplivað, og at eg ikki eri tann einasta, sigur hon. Tað er bert eitt hálvt ár síðani, at hon fekk dirvi til at standa fram og fortelja um hetta, sum hevur nívt hana nógv.

Áðrenn statsleiðararnir fóru inn í Hans Egedes Hús, stillaðu tey seg saman við mótmælisfólkunum, tóku í hondina á hvørjum øðrum, og stóðu eina løtu í tøgn til heiðurs fyri tey, ið eru rakt av hesum málum.

Fyri Klaus Frederiksen, ið var ein av fyrireikarunum av mótmælistiltakinum, gav tað nýggja vón um, at tey raktu fara at fáa eina umbering og endurgjald frá danska statinum.

- Eg legði merki til, at hon segði, at eitt brotsverk er framt. Tað er stórt at siga av einum statsleiðara til okkum faðirloysingar og til tær kvinnur, ið eru raktar av snyrils-gøluni, segði hann við KNR.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder