Innanlands

Mette Frederiksen: Føroyar skulu fáa betri atgongd til ES-marknaðin skjótt

Hetta kom forsætisráðsfrúan inn á, í samband við at Anna Falkenberg í dag spurdi um makrel og føroyskan atgongd til marknaðin

2023-02-07 18:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti sonevndi víðkaði spurnartímin í hesu fólkatingssetuni var í dag á Fólkatingi. Hetta merkir, at norðuratlantisku limirnir - saman við donsku floksformonnunum - kunnu seta forsætisráðfrúuni upp til tríggjar spurningar hvør.

Hendan møguleikan nýtti Anna Falkenberg, umboð fyri Sambandsflokkin, til fyrst at spyrja um orðingina í danska samgonguskjalinum:  "Einki um Føroyar og Grønland uttan um Føroyar og Grønland". Mette Frederiksen útgreinaði hetta eitt sindur, og síðani var evni markelur 

- Tað er eingin loyna, at forsætisráðfrúuni dámar væl makrel upp á breyð. Fyri at vísa á týdningin av at Føroyar fáa betri atgongd til ES-marknaðin, valdi Anna at innleiða seinna spurningin á heldur ótraditionellan hátt. Tí hóast Føroyar útflyta heilt nógvan makrel, fáa danir ikki gleði av føroyskum makreli upp á breyð. Føroyar kunnu nevniliga ikki útflyta meirvirkaðan makrel til Danmarkar, ella onnur ES-lond, uttan at tollur verður lagdur omaná. 

Soleiðis lýsir Sambandsflokkurin spurningin og umstøðurnar í tíðindaskrivi. 

Í svarinum varð víst á týdningin av, at Føroyar fáa betri atgongd til ES-marknaðin, og forsætisráðfrúun kom inná, hvussu danska stjórnin fer at virka fyri at hetta verður veruleiki sum skjótast

Til ber til at síggja og hoyra samskifti niðanfyri:


Kelda: Sambandsflokkurin á Fólkatingið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder