Uttanlands

Mette Frederiksen hevur javnan nýtt misvísandi tal av innløgdum

Hetta, millum annað sum grundgeving fyri at gera avmarkingar ella fyri ikki at linka um tær. Hetta skrivar BT, ið eisini vísir á, at spurnartekin í longri tíð er sett við heldur høgu tølini hjá SSI, í mun til tey hjá teimum fimm landspartunum

Hvat Mette Frederiksen hevur vita um støðuna við tølunum er í løtuni ógvuliga trupult at siga

Hvat Mette Frederiksen hevur vita um støðuna við tølunum er í løtuni ógvuliga trupult at siga

2022-01-06 20:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur javnan verið við til at gjørt fólk óneyðuga stúrin, tá ein stúrin forsætisráðharri á Facebook ella til tíðindafundir hevur verið inni á einum høgum tali av innløgdum, sum leggja veruligt stórt trýst á heilsuverkið í dag.

Hetta er ein av niðurstøðunum hjá danska miðlinum BT í grein í dag. Víst verður á, at Mette Frederiksen javnan hevur nýtt talið av innløgdum hjá Statens Serum Institut, sum fram til ársskifti 2021/2022 taldi sjúklingar við, sum eru innlagdir av aðrari orsøk enn korona. Sum til dømis onkur við beinbroti, sum "av tilvild hevur koronu", onkur ið hevur verið smittaður nakað áðrenn, og 38 av teimum, sum eru skrásett sum innløgd við koronu, hava í roynd og veru innløgd við sálarsjúku.

Les eisini: 
Talið á innløgdum er misvísandi
SSI: Tølini fyri innlegging skulu verða greiðari

Tølini hjá lansspartunum (Regionerene) hevur leingi verið lægri, og meira í tráð við veruliga smittutrýstið av korona. Tað er eingin ivi um, at nógv heilsustarvsfólk í Danmark hava verið undir ávísum trýsti, men tað er millum annað orsakað av tørvinum av sjúkrarøktarfrøðingum, ið Mette Frederiksen meira enn einaferð alment hevur biðið "tikið eitt eyka tak"

Eitt dømi er munin á tølunum hjá SSI og Region Hovedstden er 22. desember: 265 - 183. Tað vil siga, at tá var áleið triði hvør innlagdur sjúklingur við koronu í tølunum hjá SSI var innlagdur av aðrari orsøk 28. desember var tað 203-315. Henrik Ullum, stjóri í SSI, hevur eisini víst á, at júst í desember var størri munur - serliga orsakað av Omikron og vísir aftur, at tølini, sum hava verið kunngjørt higartil, eru misvísandi, men at tey geva eina góða mynd av møguligum trýsti. Tó er hátturin at gera upp broyttur Heilsumálaráðið skrivar í maili til BT, at munurin á tølunum eisini skal síggjast í ljósunum av, at landspartarnir skráseta tøl av innløgdum aftur í tíð. Forsærismálaráðið vil ikki gera viðmerking, men vísir til heilsumálaráðið. 

BT hevur í greinini eisini nøkur dømi um, nær Mette Frederiksen í støði í tølum av innløgdum frá SSI, hevur latið partar av samfelagnum aftur ella latið verið við at latið upp, og eisini mett um eitt nógv hægri tøl av koronusjúklingum framyvir, í mun til at hava nógvar avmarkingar ella ikki -  apríl 2022: 870, men í veruleikanum varð talið 51.

Tað er tí ikki so løgi, at tosað verður um møguligt heilt stórt trýst á heilsuverkið - eitt trýst sum sambært fleri læknum í Danmark, ikki av álvara verið á, íhvussu er orsakað av korona. Ístaðin hava avmarkingar gjørt tað tyngri hjá sjúklingum, sum millum annað bíða eftir útsettum skurðviðgerðum og eisini arbeiðsumstøðurnar verri.

Politikkarar og onnur hava í longri tíð víst á, og læknar hava eisini undrast á, at tølini eru so ymisk, og mánadagin kom fram, at SSI hevur fleiri ferðir fingið at vita, at teirra háttur at uppgerða tølini gevur eina skeiva mynd á veruliga trýstinum, ið korona leggur á samfelagið og veruleikan sum heild á sjúkrahúsunum. Tað er ikki fyrrenn í síðstu viku, tá miðlafokus og annað kom á tað, at SSI partvíst hálsaði um.

Í Føroyum telja vit eisini allar sjúklingar við í hagtølunum, hóast korona ikki er beinleiðis orsøkin til innlegging. Í november greiddi Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, Portalinum frá, at tað í flestu førum var av aðrari orsøk enn korona, at fólk vórðu innløgd. Í løtuni er ein persónur við koronu innlagdur í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder