Uttanlands

Mette Frederiksen kunngerð væntandi nýggju stjórnina í morgin

Bert javnaðarfólk vera í nýggju stjórnini

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-06-26 20:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Forkvinnan fyri danska javnaðarflokkin, Mette Frederiksen, hevur í dag verið á Amalienborg og hevur frá drotningini fingið heimild til at skipa stjórn.

Harvið er hon enn ikki alment vorðin forsætisráðharri, tí stjórnin enn ikki er útnevnd. Men hon er ístaðin tilnevndur forsætisráðharri, skrivar Ritzau.

Seinnapartin koyrdi hon av slotsgarðinum við Amalienborg uttan at siga nakað við fjølmiðlarnar.

Komandi samdøgrið skal hon brúka til at seta nøvn á, hvørji skulu vera ráðharrar í nýggju sosialdemokratisku stjórnini. Kongshúsið upplýsir, at stjórnin verður kunngjørd í morgin.

Yvirtekur eitt land í toppformi
Tey radikalu, SF og Enhedslisten verða stuðulsflokkar, og sostatt ikki partur av stjórnini. Hesir fýra flokkarnir á reyða veinginum vingu tilsamans 91 umboð á fólkatingsvalinum 5. juni.

Sitandi forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, var eisini á vitjan á Amalienborg í dag fyri alment at ráða drotningini til at lata Mette Frederiksen upp í hendi at skipa nýggja stjórn.

- Dagurin at geva drotningini hesi ráð, kundi ikki verið vakrari. Sólin skínur áDanmark, og Danmark hevur tað gott, segði Lars Løkke og legði afturat.

- Danmark er eitt fantastiskt land, sum búskaparliga er í toppformi.

Tað var í gjárkvøldið beint fyri midnátt, at Mette Frederiksen saman við umboðum fyri stuðulsflokkarnar kundi boða almenninginum frá, at tey eru komin ásamt um eina politiska semju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder