Uttanlands

Mette Frederiksen og Jens-Frederik Nielsen endurtaka: – USA skal ikki yvirtaka Grønland

Grønlendski landsstýrisformaðurin sigur tó eisini, at nýggja amerikanska sendifólkið, sum amerikanski forsetin júst hevur útnevnt, ikki broytir nakað, tí grønlendingar eiga framvegis Grønland

Jens-Frederik Nielsen, grønlendski landsstýrisformaðurin á tíðindafundi í Føroyum í summar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jens-Frederik Nielsen, grønlendski landsstýrisformaðurin á tíðindafundi í Føroyum í summar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-22 12:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er eingin orsøk at stúra, tí Grønland er framvegis sítt egna, sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen.

Í viðmerking til tíðindini um, at amerikanski forsetin hevur útnevnt eitt serligt sendifólk til Grønland, skrivar hann m.a. á Facebook:

– Vit eru nú aftur vaknað til eina nýggja fráboðan frá ameirkanska forsetanum, sum nú hevur útnevnt eitt serligt sendifólk til Grønland. Tað kann ljóða stórt, men tað broytir einki fyri okkum herheima.

– Grønland eiga grønlendingar, og mann skal virða landøkisrættin. Vit samstarva fegin við onnur lond, eisini USA, men tað skal vera við virðing fyri okkum og okkara virðir og ynskir.

Les eisini: USA: Guvernørurin í Louisiana verður serligt sendifólk til Grønland

Grønlendski landsstýrisformaðurin og danski forsætisraðharrin, Mette Frederiksen hava eisini sent út felag fráboðan, sum, sambært Ritzau, er soljóðandi:

– Vit hava verið sera greið um hetta fyrr. Nú siga vit tað umaftur. Landaøki og sjálvavgerðarættinum hjá einum stati eru inngrógvin í altjóða rætti. Tað eru grundleggjandi meginreglur. Mann kann ikki taka onnur lond. Heldur ikki við grundgeving um altjóða trygd. Grønland eiga grønlendingar, og USA skal ikki yvirtaka Grønland. Vit vænta virðing fyri okkara felags landøkisrætti.

Nýggja amerikanska sendifólkið, Jeff Landry hevur m.a. sagt, at Grønland skal gerast ein partur av USA, eitt ynski, sum amerikanski forsetin, Donald Trump eisini hevur endurtikið fleiri ferðir.

Danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen heldur, at slík útsøgn kann ikki góðtakast, og fer hann at innkalla amerikanska sendiharran í Danmark til samrøðu í uttanríkismálaráðnum.

Les eisini: Løkke: USA skal vísa virðing

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder