Mentan

Michael Learns to Rock á Voxbotn

Áður hava teir fingið allan býin at runga, so í summar fara teir aftur at kóka Voxbotn

Michael Learns to Rock á Tórsfest í 2014 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Michael Learns to Rock á Tórsfest í 2014 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-12-21 14:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú koma teir aftur. Michael Learns to Rock, sum áður hava prógvað, at teir spæla sera væl saman við føroyskum áhoyrarafjøldum. Áður hava teir fingið allan býin at runga, so í summar fara teir aftur at kóka Voxbotn. 

Teir tríggir Jascha Ricther, Mikkel Lentz og Kåre Wanscher byrjaðu bólkin í 1988, og bólkurin hevur vunnið hópin av gull og platin fyri sínar útgávur. Eisini hevur bólkurin vunnið fleiri virðislønir, m.a. eina “The Best Performing Act of the Year” Grammy virðisløn í Singapore.  

Bólkurin hevði eitt ótal av hittum í 90´unum, og hevur givið út 9 plátur. The ActorThat´s why you go away, Someday og 25 minutes eru sangir, ið áður hava fingið føroyskar áhoyrarar at syngja við, og tað fara teir avgjørt at gera aftur - á Okkara Voxbotn 2022. Tað verður VILT!

Frammanundan er greitt, at Dizzy Mizz Lizzy, Hugorm, Tungewaag, Safir, Rasmus Hagen og Brimheim eisini fara at framføra á Okkara Voxbotn 25. juni 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder