2022-03-05 13:28
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Viðurkenda Guide Michelin hevur valt at gevast við øllum virksemi, sum er knýtt at Russlandi. Orsøkin er russiska innrásin í Ukraina.
– Vit hava tikið avgerð um ikki at promovera Moskva sum ferðamál, varð upplýst í fráboðan fríggjadagin sambært Ritzau.
Lagt verður afturat, at kunning um matstovur í russiska høvuðsstaðnum sostatt ikki verður dagførd í ár. Michelin fer heldur ikki at kunngera tilfar um russiskar matstovur á sosialu miðlunum, heimasíðu ella app teirra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald