Mentan

Mick Jagger sum fyrsta dagin aftur

Rolling Stones spæla aftur eftir at forsangarin hevur fingið nýggjan klaff í hjartað

2019-06-22 10:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mick Jagger, forsangari í bretska rockbólkinum Rolling Stones, er aftur førur fyri at syngja og upptraðka. Tað prógvaði hann á einari væl upplagdari konsert í Soldier Field leikvøllinum í Chicago í gjárkvøldið.

Fyrr í ár mátti Rolling Stones útseta sína ”No Filter”-konsertferð, tí orkumikli sangarin frá lækna sínum fekk boð um at binda frið av trupulleikum við hjartanum.

75 ára gamli Mick Jagger hevur nú fingið ein nýggjan klaff settan í hjartað, og er nú ’fit for fight’ aftur.

- Mær dámar ikki at svíkja okkara fjepparar, og eri vónbrotin yvir, at avlýsa konsertferð okkara. Eg gleði meg til at kunna trína á pallin aftur, segði Mick Jagger við blaðið Rolling Stone, tá teir máttu avlýsa.

Les eisini: Mick Jagger sjúkur: Rolling Stones útsetakonsertferð

Konsertferðin skuldi upprunalig byrja í Miami í Florida, men nú varð byrjanin so flutt til Chicago ístaðin.

Rolling Stones byrjaðu við lagnum ”Street Fighting Man” og hildu fram við "Let's Spend the Night Together".

- Tað er stórt at vera aftur á Soldier Field – fyri áttandu ferð, segði Jagger áðrenn orkestið fór ígongd við "Tumbling Dice".

Eftir ætlan skulu Rolling Stones spæla aftur á Soldier Field týsdagin. Hetta er 39. ferð, at orkestrið hevur konsert í býnum, skrivar Chicago Tribune.

17 konsertir verða í USA á hesum sinni. Tann seinasta verður í Miami 31. august, skrivar Ritzau.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder