2025-07-02 19:02

Tøknirisin Mircrosoft boðar í dag frá, at fyritøkan fer at koyra umleið 9000 starvsfólk til hús.
Hetta skriva altjóða miðlar í dag.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Mircrosoft repar seglini og sigur fólk úr starvi. Í mai boðaði fyritøkan frá, at tey fóru at koyra 6000 fólk til hús.
Omanfyri 200.000 fólk starvast í fyritøkuni.
Microsoft hevði eitt nettoavlop upp á góðar 164 milliardir danskar krónur í fyrsta ársfjórðingi í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald