Veljararnir hjá Miðflokkinum eru teir, sum eru mest nøgdir við nýggju samgonguna.
Í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin fríggjadagin, vórðu veljararnir bidnir um at meta um: ”Hvussu heldur tú sum heild nýggja samgongan hevur klárað seg higartil?”. Svarmøguleikarnir vóru fimm, úr 1 fyri ”sera illa” til 5 fyri ”sera væl”.
Allir flokkarnir í sitandi samgongu fáa ”yvir miðal” í umdømi frá sínum veljarum.
Mest nøgdir eru veljararnir hjá Miðflokkinum, sum geva samgonguni 4,1 í miðal, fólkafloksveljararnir geva samgonguni 4,0 og sambandsveljararnir 3,9.
Størstu ónøgd finna vit millum teir veljarar, sum valdu Tjóðveldi. Teir geva bert samgonguni 1,9 í miðal.
500 veljarar vórðu spurdir í kanningini, sum varð gjørd seinnapartin fríggjadagin 15. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald