Innanlands

Spyr.fo: Veljarin tekur undir við egnum uttanríkispolitikki

- men mælir til at fylgja evropeisku leiðini viðvíkjandi sendistovu í Ísrael

(Mynd: Ingi Samuelsen)

(Mynd: Ingi Samuelsen)

2019-11-19 08:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Størsti parturin av føroysku veljarunum tekur undir við, at Føroyar skulu føra egnan uttanríkispolitikk, men tað merkir ikki, at vit eiga at leggja eina møguliga føroyska sendistovu í Ísrael í Jerusalem.

Í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin vórðu veljararnir eisini bidnir til at taka støðu til nakrar uttanríkispolitiskar spurningar við at siga um tey eru samd ella ósamd við nakrar útsøgnir.

Les eisini: Spyr.fo: Fólkið ynskir ikki sendistovu í Ísrael

Kanningin vísir, at veljarin heldur, at Føroyar skulu kunna ganga egnar leiðir á uttanríkispolitiska økinum, um vit ynskja tað.

Men samantalda svarið frá veljarunum lá eisini væl oman fyri miðal, tá veljarin varð spurdur um hann heldur, at ætlanin hjá Jenis av Rana um at leggja eina føroyska sendistovu í Jerusalem kann seta trygdina hjá Føroyum í vanda.

Føroyski veljarin heldur eisini í stóran mun, at Føroyar á uttanríkispolitiska økinum skulu fylgja evropeisku leiðini hjá donsku stjørnini um at sendistovur skulu vera í Tel Aviv heldur enn í Jerusalem.

Hinvegin er tað ikki meiriluti fyri, at Føroyar av teirri orsøk skulu føraa sama uttanríkispolitikk sum Danmark.

Kanningin hevur eisini hugt eftir politiska hugburðinum hjá teimum, sum hava svarað.

Úrslitið vísir, at veljararnir hjá Miðflokkinum taka undir við floksformanni sínum, og at Jenis av Rana eisini fær undirtøku frá fólkafloksveljarum.

Hinvegin eru javnaðarveljarar mest ósamdir og eisini óttafullir fyri trygdini hjá Føroyum.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder