Innanlands

Miðflokkurin ikki við á ferðini til Novo Nordisk

Vil heldur hava tingið til arbeiðis aftur

Jenis av Rana (Savnsmynd: Magnus Fröderberg / norden.org)

Jenis av Rana (Savnsmynd: Magnus Fröderberg / norden.org)

2019-06-12 07:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú ársdagurin nærkast fyri, at danska heilivágsfyritøkan Novo Nordisk var í Føroyum við tilboði um viðgerð av føroyskum diabetessjúklingum, bórust í gjár tíðindi um, at ein hópur av føroyskum politikarum fer til Danmarkar at kanna málið nærri.

Men tað verður uttan luttøka av Miðflokkinum, hóast sagt varð, at umboð úr øllum flokkum skuldu vera við.

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum skrivar í lesarabrævi, at Miðflokkurin ikki ætlar sær við á slíka ”avlátsferð”. Hann kallar ætlaðu ferðina, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, nú skipar fyri ” eina løgna flyting í desperata leikinum hjá Landsstýriskvinnuni í heilsumálum, sum nú í 364 dagar skammleys hevur runnið undan tilboðnum frá NovoNordisk og øðrum donskum grunnum”

Jenis av Rana heldur, at Sirið Stenberg heldur átti at játta mistakið hon gjørdi, tá hon avvísti tilboðnum frá NovoNordisk grunninum.

Og í staðin fyri at fara at ferðast, heldur formaður Miðfloksins, at samgongan skuldi kalla tingið saman og viðgjørt tey 57 málini, sum liggja og firnast í løgtingsnevndum.

Les eisini: Miðflokkurin verður ikki við í avlátsferð til Danmarkar 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder