Innanlands

Miðflokkurin mælir til at stovna bústaðarbanka

500 milliónir krónur skulu setast í bankan, ið skal víðka um fíggingarútboðið á føroyska bústaðarmarknaðinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-23 16:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Miðflokkurin hevur lagt uppskot fyri ting um at stovna ein bústaðarbanka, ella ein grunn, ið virkar á sama hátt, sum Húsalánsgrunnurin gjørdi áðrenn hann varð umskipaður til bústaðarfelag.

Flokkurin skrivar, at uppskotið ”hevur til endamáls at økja og víðka um fíggingarútboðið á føroyska bústaðamarknaðinum. Somuleiðis hevur uppskotið til endamáls at gera sítt til at tálma prísvøksturin á bústaðamarknaðinum.”

Miðflokkurin vísir á, at stórir bygnaðarligir trupulleikar eru á bústaðarmarknaðinum, og at hetta sæst á, at bústaðartørvurin er ovurstórur kring landið.

- Men higartil hava landsmyndugleikarnar aftrað seg við at skipa ein aktivan bústaðapolitikk, ið hevur til endamáls at loysa bygnaðarligu trupulleikarnar. Heldur hevur verið trúð uppá marknaðarloysnir, saman við smærri lappaloysnum, sum Bústaðir hava fingið litið upp í hendi at taka sær av. Kommunurnar hava ikki fingið størri heimildir til at skipa fyri bústaðapolitiskum átøkum. Miðflokkurin ásannar, at neyðugt er at víðka um fíggingarmøguleikarnar á bústaðamarknaðinum, so onnur atlit, enn botnlinjan hjá peningastovnunum, verða avgerandi fyri búðsetingarmynstrið í Føroyum, skrivar flokkurin í viðmerkingunum.

Talan er um at seta á stovn ein almennan lánistovn, ið røkkur longri enn verandi peningastovnar. Lánistovnurin skal kunna átaka sær uttasta veðrættin við størri váða, enn privatu bankarnir eru sinnaðir at taka.

Mælt verður til, at landskassin skjýtur 500 milliónir krónur í bústaðarbankan, ið skal fyrisitast av eini fimm-mannanevnd, sum landsstýrismaðurin tilnevnir.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder