Uttanlands

Miðlar: Tim Walz verður varaforsetavalevni

Fleiri miðlar siga seg vita frá ónevndum keldum, at tað er guvernørurin í MInnesota, sum Kamala Harris hevur valt

(Mynd: Getty Images)

(Mynd: Getty Images)

2024-08-06 14:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað verður Tim Walz, guvernørur í Minnesota, sum verður varaforsetavalevni hjá Kamalu Harris.

Hetta skriva m.a. Reuters og CNN, sum vísa til ónavngivnar keldur.

Harris væntast sjálv at almannakunngera varaforsetavalevnið í dag áðrenn ein veljarafund í kvøld.

Møgulig valevni, sum vórðu nevnd, vóru m.a. Mark Kelly, senatorur í Arizona, ferðslumálaráðharrin, Pete Buttigieg, Andy Beshear, guvernørur í Kentucky, og Josh Shapiro, guvernørur í Pennsylvania.

Tim Walz er 60 ára gamal og hann hevur verið guvernørur í Minnesota síðan 2019.  Áðrenn hetta var hann limur í Umboðsmannatinginum. Hann er fyrrverandi lærari og var í nógv ár eisini partur av amerikonsku Tjóðarhirðuni.

Dagførd kl. 14.42


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder